Útbygging av skúlanum er eitt av mongu prosjektunum, sum Hvannasunds kommuna arbeiðir við í løtuni.
Útbygging av skúlanum, nýtt vatnreinsiverk, sethúsa útstykkingar, nýggjur barnagarður og nýtt bingjupláss eru millum prosjektini, sum Hvannasunds kommuna arbeiðir við í løtuni.
Í Hvannasunds kommunu hevur bygdarráðið nógv jørn í eldinum. Ætlanir í kommununi eru nógvar og er tørvurin á arbeiðskraft ein tann størsta forðingin fyri at tey mongu arbeiðini sum liggja í kortunum verða framd í næstum.
Skúlin á Fossánesi
Í fíggjarætlanini fyri 2007 eru 3 mio. kr. avsettar til at útbyggja skúlan. Hetta er bert ein partur at eini heildarætlan fyri skúlan á Fossánesi, sum fevnir um at nútímansgera og økja um víddina á skúlanum, sum samlað fer at kosta umleið 8 mio. kr.
Sambært ætlanunum verður skúlin útbygdur suðureftir har parkeringsøkið við skúlan nú er. Útbyggingin er í tveimum hæddum og økir um skúlan við 550 fermetrum. Talan eru 4 nýggjar vanligar skúlastovur umframt tvær smærri serstovur til børn við serligum tørvi. Harafturat verður ein stova til náttúru/tøkni og ein serstova til køk og hondarbeiði. Ein smíðstova verður eisini gjørd og vátrum, sum kann brúkast til eitt nú at hyggja nærri eftir fiski og at fletta í, tá heystið er. Eitt felagsrúm verður eisini gjørt, sum umframt at vera eitt uppihaldsrúm eisini er ein kantina. Lærararnir fáa eisini munandi betri umstøður nú skúlin verður útbygdur, við tað, at teir fáa eitt arbeiðsrúm, sum teir kunnu fyrireika undirvísingina í. Við í nýggju ætlanini er eisini ein nýggj inngongd til fimleikahøllina soleiðis, at tey mongu, sum brúka høllina um kvøldarnar, sleppa undan at ganga ígjøgnum sjálvan skúlan tá tey fara í høllina.
Fyri stuttum var ein rampi gjørdur sum ger tað møguligt hjá rørslutarnaðum at koma inní skúlan.
Skúlastjórin, Poul Jacob Zachariassen er sera fegin um ætlaðu útbyggingina av skúlanum á Fossánesi. Hann sigur, at longu tá skúlin var bygdur var hann ov lítil. Hann nevnir eitt nú, at so seint sum fyri tveimum árum síðan varð eitt brúsurúm brúkt til undirvísing. Eisini hava umstøðurnar hjá lærarunum, næmingunum eins væl og hjá vaskifólkunum ikki verið tíðarhóskandi.
Vatnreinsiverk
Kommunan hevur leingi havt ætlanir um at gera eitt reinsiverk, soleiðis at borgararnir í Hvannasundi og Norðdepli kunnu fáa sóttreinsað vatn. Skjótt verður hetta veruleiki, við tað at kommunan hevur avsett 3 mio. kr. til at gera eitt nýtt vatnreinsiverk, har sum núverandi vatnbrunnur er.
Bygdarráðsformaðurin, Júst Poulsen, sigur, at við hesum fáa borgararnir í Hvannasundi og Norðdepli sóttreinsa vatn. Enn eru ongar ítøkiligar ætlanir um at fáa sóttreinsað vatn til hinar bygdirnar, men arbeitt verður við málinum, soleiðis at allir borgararnir í kommunu fáa reinsað vatn.
Útstykkingar
Umframt skúlan og nýggja reinsiverkið arbeiðir kommunan eisini við at gera nýggja útstykking til ein barnagarð og til sethús sunnanfyri skúlan á Fossánesi.
– Vit arbeiða í løtuni við at keypa jørð til sethúsaútstykking og øki til ein nýggjan barnagarð. Á fíggjarætlanini fyri 2007 eru avsettar 2 mio. kr. til hetta. Tey, ið eiga jørðina, sum vit ætla at keypa, hava fingið eitt bræv frá bygdarráðnum, og hava tey, ið vit hava fingið svar frá, svarað jaliga uppá okkara ynski, greiðir bygdarráðsformaðurin, Júst Poulsen, frá.
Bingjupláss
Við bátahylin norðan fyri byrgingina arbeiðir Hvannasunds kommuna við at gera eitt renovatiónsøki. Øki er longu keyp og er ætlanin í nærmastu framtíð at fara í gongd við gera klárt at seta bingjurnar upp og gera innhegning, soleiðis at ruskið kann skiljast innan fyri girðing, áðrenn tað verður sent til IRF.
Bygdarráðsformaðurin sigur, at tað ikki er heilt greitt, hvussu nógv av hesum arbeiðinum verða sett í verk í næstum. Ein av trupulleikunum er, at tað er trupult fáa handverkarar og onnur arbeiðsfólk til tey mongu prosjektini kommunan arbeiðir við. Hetta er ein trupulleiki, sum ikki bert Hvannasunds kommuna hevur at dragast við, men er ein støða, sum ger seg galdandi á flestu støðum í landinum.




