Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvar milliónir uppá spæl

Jákup Ósá

Føroysk fótbóltsfeløg í Europa: Tað standa nógvir pengar uppá spæl hjá føroysku feløgunum komandi vikuna, nú tey skulu leika í europa.


Norðlýsið hevur fingið nýggjastu tølini fyri, hvat feløgini fáa í ár fyri at spæla í Europa frá UEFA. Tølini eru hækkað í mun til í fjør og staðfestast má, at nógvir peningur stendur uppá spæl. Fleiri av liðunum hava á pappírinum góðan møguleika at spæla seg víðari.

EB/Streymur fær í ár 350.000 evrur ella góðar 2,6 mió bara fyri at vera við. Men teir sigast hava góðan møguleika at spæla seg víðari, nú teir skulu møta Lusitans úr Andorra. Koma teir víðari har, so fáa teir 175.000 evrur ella umleið 1,3 mió afturat. So EB/Streymur kann koma til at tjena góðar 3,9 mió uppá Champions League áðrenn 2. umfar, har teir fáa tað trupult við FC Dinamo Tbilisi sum mótstøðuliði.

Eisini í Europa League er nógvur peningur at vinna og serliga fyru tey, ið spæla seg víðari úr fyrsta umfarinum.

ÍF møtir Linfield, HB møtir ÍBV og Víkingur møtir FC Inter Turku. ÍF fær tað helst trupult, trupult er at meta um møguleikarnar hjá Víkingi, meðan HB eigur at hava møguleika at spæla seg víðari.

Áðrenn dystirnar hava liðini tjent 120.000 evrur ella stívliga 900.000 kr. Vinna tey seg víðari úr fyrsta umfarinum, so eru 130.000 evrur at vinna afturat ella knappliga ein millión. Sostatt kunnu liðini í Europa League tjena umleið 1,9 mió, um tey spæla seg víðari til 2. umfar.


Sostatt kann sigast, at tað stendur nógvur peningur uppá spæl hjá føroysku feløgunum hesar komandi vikuna, tá fyrsta umfar í Champions League og Europa League verður leikt.