“Fyrstu upptøkurnar, sum tey sjálvvirkandi myndatólunum frammanfyri harusetrini avdúka, er at nógvar rottur eru í haganum.” Tað sigur Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur
“Fyrstu upptøkurnar, sum tey sjálvvirkandi myndatólunum frammanfyri harusetrini avdúka, er at nógvar rottur eru í haganum.” Tað sigur Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, sum við sjálvvirkandi myndatólum kannar litskiftið hjá harum.
Á einum av teimum tveimum myndatólum, sum vóru sett upp í Kollafirði tann 8. oktober, var ein rotta avmyndað um náttina. Hetta vóru einastu myndirnar, sum vóru tiknar við hetta harusetrið, tí ongar harur vóru at síggja.
“Hetta er heilt øðrvísi enn í vár, tá harur vórðu avmyndaðar so at siga hvørt døgn við hetta setrið,” sigur Eyðfinn.
Eisini í haganum í Trongisvági fangaðu myndatólini rottur í haganum. Trý myndatól eru sett upp, og á tveimum teirra komu rottur framvið.
Rottur gera stóran skaða
Eyðfinn Magnussen dugir ikki at siga, um rottur kunnu gera skaða á harurnar, men hann heldur, at tað er ikki óhugsandi.
“Ein filmsupptøka er gjørd í Føroyum av eini rottu, sum drepur ein havhestaunga, so eg eri bangin fyri, at tær eisini kunnu drepa haruungar,” sigur hann.
Spurdur um tað góða summarið, vit hava havt, kann vera orsøk til at nógvar rottur eru komnar undan, sigur Eyðfinn, at tað kann ikki sigast við vissu, men tað undrar hann, at so nógvar rottur eru sæddar á myndunum, tí myndatólini vísa bara eitt rættiliga lítið øki.
“Í vár sá eg onga rottu á nakrari mynd,” sigur hann.
Ójøvn ár
“Eg minnist tað eina árið, tá vit skutu harur, og tað var nakað av kava, tá vóru rættiliga nógv rottuspor at síggja í haganum, men tað hvarv aftur, so tað eru ójøvn ár,” sigur Eyðfinn. Hann heldur at trupulleikin við rottum er ikki so stórur nú sum hann var fyrr, tá ruskdungar lógu nógvastaðni. Myndatólini hava tó avdúka, at trupulleikin við rottum í haganum er kanska størri enn vit geva okkum far um.
3 myndatól eru sett upp við harusetur í Suðuroy, 4 í Kollafirði, 3 í Sørvági, 1 í Fuglafirði og 3 í Norðoyggjum.




