Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvar sólstrálur í IRF

John William Joensen

Hóast interkommunali felagsskapurin framvegis hevur dálkingartrupulleikar at dragast við, so er IRF ein sólstrála, tá ið sammett verður við, hvussu støðan var á ruskøkinum undan tíðini við galdandi skipan

IRF er ein sólstrála. Tað er niðurstøðan, eftir at vit í hesi vikuni hava hugt eftir rusk- og burturkast søguni í okkara parti av landinum. Niðurstøðan er tann sama, sjálvt um tað er vorðið okkum greitt, at IRF framvegis hevur trupulleikar at dragast við. Trupulleikarnir, sum nú plága, og sum tað verður arbeitt við at loysa, eru eitt nú komnir av virkseminum hjá felagsskapinum. Tað kann sigast, at tað, sum áður var trupulleikin hjá øllum kommununum kring alt landið, nú er vorðið trupulleikin hjá IRF, og sum tað ber til hjá IRF at arbeiða og gjalda seg burturúr.

Bygnaðurin
IRF hevur havt ábyrgdina av og hevur staðið fyri innsavningini av ruski frá húsarhaldum og virkjum síðani í 1989. Í hesum liggur eisini ábyrgdin fyri at burturbeina bilvrak og annað úr jarni. Harafturat hevur IRF ábyrgdina av spillolju, rottanga, kloakktøming, burturbeining av lívrunnum tilfari frá alivinnuni og burturbeining av serliga dálkandi burturkasti.
IRF stendur fyri Interkommunali Renovatións Felagsskapurin. Tað vil siga, at talan er um felagsskap, sum kommunurnar eiga í felag. Ein annar interkommunalur felagsskapur er SEV, sum kommunurnar eiga. Í báðum førunum – SEV og IRF – eru tað kommunurnar, sum velja umboðsráð og nevnd, og so er tað nevndin, ið setir stjórn, og stjórnin setur starvsfólkini.
Flestu kommunurnar í landinum eru limir í IRF. Tó er størsta kommunan ikki limur. Tórshavnar kommuna, sum hevur ímillum ein triðing og eina helvt av fólkinum í Føroyum, hevur sína egnu brennistøð, sum eitur Kommunala Orku- og Brennistøðin ella KOB.

Buldraslig føðing
Vit, sum nú ganga í miðnámsskúlum, eru fødd mitt í áttati árunum. Tískil hava vit sjálvi ikki upplivað tíðina, tá ið einki IRF var, og tá ið IRF í nógvum turbolensi varð stovnað.
Fleiri ætlanir vóru um plasering av brennistøðini, áðrenn hon varð løgd á Hagaleiti í Leirvík. Ein ætlan var, at hon skuldi byggjast í Fossdali við Æðuvík. Ein onnur ætlan var, at hon skuldi byggjast á Toftum, har tað varð gjørt klárt til at byggja í tveimum plássum undir Nesinum. Annað økið er sprongt og gjørt fullkomiliga klárt til at byggja á. Og so var ætlanin eisini, at brennistøðin skuldi byggjast við Áir.
Allar hesar ætlanirnar duttu niðurfyri. Orsøkin var tann, at tað tók seg stór mótstøða upp millum fólki á staðnum. Tey kvíddu fyri, at ferðslan til og frá støðini skuldi verða so stór, at tað fór at standast vandi av í bygdu økjunum, og ein onnur orsøk var, at tað varð roknað við, at talan skuldi verða um ovurdálking, sum tað varð roknað við fór at verða oyðileggjandi fyri lokalumhvørvið.
Tey, sum vóru fyri at byggja brennistøðir, sóu fyrimunir í at hava brennistøðina. Ein fyrimunur  var, at støðin heilt víst fór at gera, at fleiri álítandi og føst arbeiðspláss komu á staðnum, og ein annar fyrimunur var, at avlopshitin frá brennistøðini kundi nýtast til hiting av húsum og sum orka í vinnuligari framleiðslu.
Tá ið brennistøðin varð bygt á Hagaleiti, varð møguleikin fyri at nýta avlopshitan ikki møguligur. Ikki í fyrstu syftu í hvussu so er. Síðani hevur møguleikin verið nevndur at senda hitan til Klaksvíkar, har hann møguliga skuldi brúkast í svimjihøllini og til at hita stovnsbygningar. Enn er einki komið burturúr hesum. Nú er høvdavirkið, FMP, bygt tætt við brennistøðina í Leirvík. Tað brúkar orku frá brennistøðini, og ætlanin er, at uppaftur fleiri virki skulu byggjast í nánd av støðini, og at hesi virkini skulu dúva upp á avlopshitan frá brennistøðini.

Gamla søgan
Ruskið var upprunaliga nakað, sum húsarhaldini sjálvi høvdu ábyrgdina av. Burturkast tykist ikki hava verið hugtak, sum vinnan var nógv upptikin av. Burturkast mongdirnar hjá vinnuni vóru ikki stórar. Á sjónum var ruskplássið stórt, og á landi nýtti vinnan somu skipan sum húsarhaldini.
Í eitt nú Klaksvík var stóri spurningurin í sambandi við rusk, hvat tað skuldi gerast við øskuna. Eftir 2. heimsbardaga vaks talið á húsarhaldum ógvuliga nógv. Øll húsarhaldini nýttu kol til upphiting. Úr kolinum kom nógv øska. Kommunan skipaði fyri innsavning av øskuni. Í Klaksvík var øskubilur, og við bilinum koyrdu øskumenn. Húsarhaldini høvdu øskuleyp, og hann varð tømdur av øskumonnunum eina ferð um vikuna. Øskan varð koyrd á Buckwald, sum var norðanfyri Grønaból og eitt sindur heimanfyri húsini í Ánunum ella har á leið, sum oljukeiin nú er.
Buckwald var nógva staðni. Í Eysturoy var Buckwald tætt við Æðuvík ella á Fossdalsbakka.
Tá ið oljufýrirnir loystu kolfýrirnar av, vóru mongdirnar av ruski framvegis stórar. Frá at vera eitt samfelag, har alt varð gagnnýtt, vórðu Føroyar broyttar til eitt nýtslusamfelag, sum er eyðkent av, at nógv verður keypt, og at nógv verður kastað burtur. Tað var hetta burturkastið, sum í staðin fyri øskuna, nú fylti ruskplássini. Í burturkastinum vóru nógv føðsluevni. Hetta var góður matur fyri fuglar og skriðdjór. Bæði Buckwaldini í Ánunum og í Æðuvík vóru eyðkend av, at har vóru likkur og rottur í hópatali. Hetta var til stóran ampa fyri fólkið. Ættarlið okkara veit einki um hetta, og vit vita heldur einki um alt burturkastið, sum rak frá Buckwaldunum, og sum síðani misprýddi sand og fjøru.

Lorturin
Kanska er ein av teimum størstu trupulleikunum, sum IRF hevur verið við til at basa, rottangatømingin. Í tíðini undan IRF var hetta ein uppgáva, sum privat feløg tóku sær av. Stóri spurningurin var, hvat skuldi gerast við innihaldið í rottangunum. Eingin endalig loysn var á hesum. Tað var eitt sindur upp til teir, sum tømdu tangarnar, hvar teir fóru við lortinum. Leingi var ein slanga á Fossdalsbakka, og ein á slanga á Buckwald í Klaksvík. Ígjøgnum hesar slangur varð lorturin sproytaður út á sjógv. Fólk í Æðuvík vildu ikki hava lortin, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan steðgaði hesum møguleikanum.
Undan IRF valdaði anarki á økinum. Rottangarnir vóru tømdir uttan, at tann, sum tømdi, frammanundan visti, hvat hann skuldi gera við innihaldið. Hendan trupulleikan hevur IRF loyst.
Í 2003 tømdi IRF 7.800 rottangar, meðan gott 400 skrásettir tangar ikki vórðu tømdir, sum oftast tí at fólk nokta tøming, ella tí at t.d. lokið ikki er atkomuligt. Av skrásettum húsarhaldum eru tað enn gott 800, sum ikki hava nakran rottanga, men bert lata skarnið renna út í ánna ella oman í fjøruna.
Í ársfrágreiðingini hjá IRF frá 2001 varð sagt, at arbeitt varð við at niðurleggja rottangaplássið á Grótrætt í Klaksvík. Eisini var neyðugt at gera nýtt rottangapláss til Norðoyggjar. Men í dag, nú 2004 er um at vera runnið, er málið framvegis ikki loyst. Tað hevur ikki borið til at funnið nakað hóskandi rottangapláss í Norðuroyggjum, og tískil hevur Klaksvíkar kommuna loyvt IRF at halda fram á Grótrætt, inntil onnur loysn er funnin.

Myrku blettirnir
Tað eru tó ikki einans sólstrálur, ið lýsa á IRF. Tað er nevniliga soleiðis, at tá ein trupulleiki er loystur, stingur ein nýggjur seg upp.
Á brennistøðini í Leirvík kemur vandamikið útlát úr skorsteinunum. Útlátið, sum m.a. inniheldur evnini dioxin og PCB, dálkar náttúruumhvørvið á Hagaleiti, og hetta eru leirvíkingar minni glaðir um. Orsøkin er tann, at dálkingin hevur við sær, at seyðakjøtið verður dálkað.
Eftir kravi frá politiskari síðu um minkan av útlátinum, hevur IRF góðtikið saman við landsstýrinum, at útlátið av vandamiklum evnunum frá skorsteininum skal minkast úr 100 tonsum og niður í ½ tons, og á henda hátt verður umhvørvið meiri náttúru- og heilsuvinarligt. Ætlanin hjá IRF er at útbyggja núverandi skorsteinin við einum kálkfiltri, sum soleiðis skal minka um útlátið. Kálkfiltrið skal binda tey vandamiklu evnini, soleiðis at tey ikki vera latin ótarnað út í umhvørvið. Í staðin fyri 100 tons av óstýrdum útláti, fáast 400 tons av vandamiklum burturkasti. Fyrimunurin er, at IRF á hendan hátt hevur tak á vandamiklu evnunum og á skilagóðan hátt kann burturbeina tey. Hesa vandamiklu evnini verða send út av landinum til okkurt stað, sum er serliga innrættað til at taka ímóti slíkum.
Kostnaðurin fer at liggja einastaðni ímillum 20-30 milliónir krónur. Harafturat skal leggjast kostnaðurin fyri flutning av landinum av burturkastinum, og kostnaðurin fyri burturbeiningina. Ætlanin er, at nýggja filtrið í skorsteininum skal verða klárt til brúk í 2006.