Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvar toppentur á vágni ímorgun

Oliver Joensen

Toppont er vanlig at síggja um okkara leiðir. Tað er ein vakur fuglur og serliga steggjarnir falla í eyguni. Ein flokkur hevur hildið til á Vágni ímorgun, eg taldi 19 í flokkinum.

Um toppont skrivar “Fuglar í Føroyum”:

Toppont er um alt póløkið og eitt sindur suður í tempereraða økið. Toppont er vanligur búfuglur í Norðuratlantshavi og er eisini t.d. sunnarlaga í Vesturgrønlandi og Eysturgrønlandi. Hon eigur við strondina ella við størri vøtn, har hon eigur í holum. Norðastu stovnarnir eru flytifuglur; teir eru í vetrarvisti syðri við kyrrustrendur. Flestar toppentur í Norðuratlantshavi eru støðufuglur, sum kunnu hópast í smáflokkum á fjørðum og sundum