Hóast tað neyvan verður fullsett eins og í fjør, so bendur nógv á, at tað vera nógvir áskoðarar til ársins finalu um løgmanssteypið.
Finalan verður leikt 26. august ella um 17 dagar. Finalan verður millum B36 og NSÍ. Saman við Víkingi eru hetta tey liðini, sum hava skorað flest mál í ár – Víkingur eitt fleiri enn hini bæði.
Til steypafinaluna í fjør var fullsett, men tað var óvanligt og tí skal ikki samanberast við ta finaluna. Norðlýsið hevur fingið upplýst frá FSF, at fyrr í dag vóru 1141 atgongumerkir seld, og tá tað framvegis eru 17 dagar til finaluna, so er lítið at ivast í, at hetta tal verður væl størri seinni.




