Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvir hava umboðað bæði KÍ og B36

Jákup Ósá

Sunnudagin møtast KÍ og B36 í Klaksvík og tað eru nógvir leikarar og venjarar, sum kunnu siga, at teir hava umboðað hesi bæði liðini.

Sunnudagin møtast KÍ og B36 í Klaksvík og tað eru nógvir leikarar og venjarar, sum kunnu siga, at teir hava umboðað hesi bæði liðini.

Nógvir leikarar hava spælt við bæði KÍ og B36. Í núverandi KÍ hópinum eru fimm leikarar – Meinhardt Joensen, Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Jonas F. Rasmussen og Súni Olsen – sum hava spælt við báðum og í B36 hevur Høgni Madsen tað sama. Við at hava hugt á FaroeSoccer eru vit komnir fram til, at minst 24 leikarar hava umboðað besta mansliðið hjá bæði KÍ og B36. Harafturat eru minst 7 venjarar, sum hava vant bæði KÍ og B36. So samanumtikið má sigast, at tað er eitt ávíst samband millum KÍ og B36. Um tað eru fleiri, so eru lesararnir vælkomnir at viðmerkja ella senda okkum t-post um fleiri leikarar ella venjarar.

Leikarar sum hava umboðað bæði KÍ og B36 í bestu deildini:

Atli Danielsen

Hjalgrím Elttør

Súni Olsen

Meinhardt Joensen

Jonas F. Rasmussen

Høgni Madsen

Evrard Blé

Símun Joensen

Heðin á Lakjuni

Ove Nysted

Iulian Florescu

Rúni Elttør

Tomislav Sivic

Allan Mørkøre

Todi Jónsson

Jákup Mikkelsen

Karl Marius Poulsen

Leif Olsen

Hanus Biskopstø

Kaj Kallsberg

Mikkjal Mikkelsen

Andras Mikkelsen

Jógvan Norðbúð

Odmar Færø (eldri)

Venjarar sum hava vant bæði KÍ og B36 í bestu deildini:

Mikkjal K. Thomassen

Eyðun Klakstein

Páll H. Guðlaugsson

Kurt Mørkøre

Tomislav Sivic

Jóannes Jakobsen

Petur Simonsen

Harleywoodpaint