Aftanfyri Tekniska Skúla og úti í Grøv eru fleiri festival gestir komnir við kampingvognum.
Pláss er fyri 40 kampingvognum á økjunum við Tekniska Skúla og úti í Grøv; 30 pláss eru við Tekniska skúla og 10 úti í Grøv.
Christian Olsen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu, sigur, at øll plássini longu eru umbiðin. Men av tí at tey fáa fleiri spurningar um pláss til kampingvongar, verður arbeitt við at gera onnur økið, har el og vatn viðurskiftini eru í rættlag. Eitt nú verður tosað um økið við Hellisenda til hetta.
Til Summarfestivalin í fjør vóru 15 kampingvognar.




