Ikki færri enn 12 venjarar hjá KÍ tóku B2 venjaraskeið, sum endaði seinasta vikuskiftið.
FSF.fo skrivar:
Tilsamans 45 luttakarar gjøgnumførdu, tá Fótbóltssamband Føroya seinastu tvey vikuskiftini hevur skipað fyri B2-venjarskeiði í Havn og í Leirvík. Til skeiðið í Havn vóru 24 luttakarar, meðan 21 luttakarar vóru á B2-venjaraskeiðnum í Leirvík.
Instruktørur vóru Petur Simonsen, Bjørn Krogh, Sigfríður Clementsen, Bill Mc.Leod Jacobsen og Jens Martin Knudsen.
B2-venjaraskeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt. Dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum, og evni, ið verða viðgjørd á skeiðnum, eru millum annað teknisk venjing, likamlig venjing, leiðsla, læruhættir/metoda og málmansvenjing.
Luttakarar, ið hava verið á B2-skeiðnum, hava rætt til at søkja um upptøku á B3-venjaraskeiðnum, sum verður í november í ár.




