Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvir pengar standa uppá spæl hesa vikuna

Jákup Ósá

Føroyskur fótbóltur: Champions League og Europa League undanumfør eru hesa vikuna, har fleiri føroysk feløg hava møguleika at vinna sær millióna upphæddir afturat tí, sum longu er komið til høldar.

Týskvøldið spælir B36 Champions League dyst móti Valletta av Malta. Fyrri dysturin endaði 1-0 til Valletta, men tey sum sóu dystin kunnu skriva undir uppá, at B36 eigur at hava ein møguleika á heimavølli. Tí hóast nógva hitan á Malta, so var B36 væl við í dystinum. Fyri at luttaka í Champions League hevur B36 ognað sær áleið 3,3 milliónir. Men spælir B36 seg víðari, so fær felagið áleið 2,2 milliónir afturat. So nógvir pengar standa uppá spæl í Gundadali týskvøldið.

Eisini í Europa League hava liðini møguleika at vinna sær nógvar pengar. Har kann ein siga, at tað bara er NSÍ, sum undan seinna dystinum tykist hava nærum vónleysa uppgávu at koma víðari. NSÍ tapti á heimavølli 2-0 móti Shakhter Soligorsk úr Hvítarusslandi. Víkingur tapti á útivølli 2-0 móti FK Ventspils úr Litava. Men Víkingur var til tíðir væl við í dystinum og Finnur Justinussen hevði eisini ein risa møguleika at minka til 2-1. Tí eigur Víkingur at síggja møguleikar í dystinum á Svangaskarði hóskvøldið. HB fekk besta úrslitið, tá havnarfelagið fekk 1-1 í Estlandi móti FC Levandia Tallinn.

Í Europa League hava føroysku feløgini fingið 1,5 mió. Men vinna tey seg víðari, so fáa tey 1,5 mió afturat.

So nógv stendur uppá spæl fyri føroyskan fótbólt hesa vikuna. Ikki minst fíggjarliga.