Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvir reyðstapar at síggja

Helgi Abrahamsen

Nógvir reyðstapar hava verið at sæð í Føroyum hesa seinastu tíðina.

Reyðstapi er ein sera vakur fuglur, sum onkuntíð sæst í Føroyum um heysti, men hann eigur ikki her.

Hesar myndirnar tók undirritaði á Strondum leygardagin og sunnudagin. Fólk siga seg eisini hava sæð reyðstapar í Hoyvík og Fuglafirði hesar seinastu dagarnar. Onkur heldur skemtandi fyri á facebook, at reyðstapar hava sama hársnið, sum Donald Trump.

Eru tað fleiri, sum hava borið eyga við henda vakra fuglin hesa seinastu tíðina?