Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvir spælarar møttu til leikarafund

John William Joensen

Gjárakvøldið var leikarafundur í KÍ høllini fyri unglingar og 1.deild hjá KÍ og áhugin var stórur

Tíðindir frá KÍ:











KÍ dreingir fingið heimasíðu



Seinnu árini hava onkur av yngru liðunum hjá KÍ havt sína egnu heimasíðu, sum hevur verið brúkt í samskiftinum millum venjarar, spælarar, foreldur og onnur. Royndirnar av hesum eru sera góðar, og nú hava KÍa dreingir fingið nýggja heimasíðu.



Á heimasíðuni ber til at fylgja við tí, sum liðið hevur á skránni í kappingarárinum 2007.







Heimasíðan er at finna á adressuni www.ki.fo/dreingir 







Stórur áhugi fyri spælarafundi



Fleiri enn 20 spælarar møttu til fundin, sum Trygvi Mortensen hevði á Loftinum í KÍ-høllini hóskvøldið. Á skránni var næsta kappingarár hjá 1. deild monnum og unglingum. Hesi bæði liðini koma at arbeiða tætt saman í ár, og nógvir ungir spælarar verða at síggja á 1. deildarliðnum hjá KÍ.







Trygvi greiddi frá um ætlaninar í 2007, hvat hann ætlar sær við spælarunum og liðnum, og hvørji krøvini til teirra eru.







John William Joensen, nevndarlimur hjá KÍ, greiddi eisini frá, hvat felagið ætlaði við teimum ungu spælarunum í felagnum, og hvussu arbeiðið á unglingaliðnum og á 1. deildarliðnum í enn størri mun skulu stuðla undir besta liðið hjá felagnum. Málið er at menna ungar spælarar til besta liðið í felagnum.







Venjingin hjá unglingum og 1. deild monnum byrjar 1. februar.