Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvur aktivitetur á bryggjuni hósdagin og fríggjadagin

Oliver Joensen

Hósdagin og fríggjadagin lógu nógv línuskip við bryggju norðuri á Landingarmiðstøðini. Fleiri línubátur úr Klaksvík vóru komnir inn fyri at hátíðarhalda at tunnilin var tikin í almenna nýtslu.

Hósdagin og fríggjadagin lógu nógv línuskip við bryggju norðuri á Landingarmiðstøðini. Fleiri línubátur úr Klaksvík vóru komnir inn fyri at hátíðarhalda at tunnilin var tikin í  almenna nýtslu.



Brøðurnir Líggjas og Betuel Jóhannesen, ið skiftast at føra Klakk, takast við at loysa skipið fyri at flyta tað, soleiðis at annað skip kann leggja at fyri at fáa veiðuna upp. – Hendan túrin vóru vit á Munkagrunninum. Vit høvdu tíggju setur og hava vit landað umleið 90.000 pund; eitt sindur av Longu og Brosmu var uppí, men meðalprísurin er rímiligur, siga teir báðir.



Formaðurin á Landingarmiðstøðini, sigur, at snellubátarnir hava haft vánaligan fiskiskap. Teir ið hava roynt seg, hava ligið um einans 200 – 300 pund. Sum heild hevur útróðurin verið heldur slakur í seinastuni, sigur Egga.



Landingarnar hesar báðar dagarnar hjá stállínubátunum vóru hesar:


Pison: 50.000 pund
Froya: 52.000 pund
Jákup B: 22.000 pund
Klakkur: 95.000 pund
Ågot: 20.000 pund
Núpur: 78.000 pund
Polarstjørnan: 40.000 pund
Helena: 32.000 pund
Kvikkur: 44.000 pund



Longdin á túrunum hava verið ójavnir, men høvdu fleiri av bátunum umleið 8-10 setur og aðrir bert 2-3 setur. Hetta sæst eisini aftur á veiðunøgdini.