– Vit hava gjørt avtalu við Faroe Ship um at fýra russisk skip, sum ein roynd, nýta Djúphavnina til umskipan, sigur borgarstjórin
Um vikuskifti hava fýra russisk skipið umskipað í Ánunum og borgarstjórin sigur at talan er um eina roynd.
– Vit eru sera fegnir um tann vaksandi áhugan, sum er um Djúphavnina.
– Vit fáa javnan fyrispurningar viðvíknandi havnini og í løtuni liggja fýra russisk skip og umskipað.
– Sum eg skilji eru teir sera væl nøgdir við umstøðurnar og vónandi fer okkurt at spyrjast burtur úr.
Gott pláss í Ánunum
Borgarstjórin vantar at virksemið fer at vaksa nógv í Ánunum.
– Vit hava í løtuni eina avtalu við Norrønu og teir boða frá í góðari tíð tá teir hava brúk fyri Djúphavnini.
– Um tveir mánaðar hava vit 100 metar av bryggjukanti afturat, so hóast Skálaberg og Norðborg eisini fara at brúka havnina, so verður eingin trupuleiki at serivisera fleiri skipum.
Klárir til Skálaberg
Nógv virksemið er í løtuni kring og í húsinum sum JFK, Faroe Ship og Kristian Martin Rasussen byggja í Djúphavnini.
Sum norðlýsið skilur er ætlanin at Skálaberg skal leggja upp í Ánunum tá hann kemur einaferð síðst í hesum mánaðinum og eisini fer Norðborg at landa í Djúphavnini, so skjótt sum húsið er klárt.
Í løtuni er kommunan í ferð við at gera økið kring húsið klárt og sambart borgarstjóranum verður hetta arbeiði liðugt tá Skálaberg kemur.




