Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvur goragangur – øll vilja vera skarpast

John William Joensen

Undirritaði førdi fleiri ferðir fram – At undirsjóvartunnilin varð lagdur norðanfyri Klakk.

Fyrimunir
Trupulleikin í Leirvík loystur – Fyri tann peningin, kundu vit helst fingið ein teym til Kallsoynna.

Norð um fjall linjan lá tá nátúrliga í Ánunum ella í Svartadali.
Tunga ferðslan í Norðhavnini, noyddist ikki um Klaksvíkina-
Men hetta mettu teir klóku ikki?

Henda avgerð, var hon ,íð gjørdi – at einasta skilagóða leið er nú, ígjøgnum Gerðabø.

Veg undir Kjølin er "utopi" – einasta loysn tann vegin, er ein tunnil (hon kostar meir enn 64. mill., verður tó ongantíð ein
góð loysn).

Vónandi koma vit, um ikki so langa tíð – íð trupulleikar, av tungu ferðsluni í Norðhavnini –

Av tí, at vit av kleyvarskapi, løgdu undirsjóvartunnilin skeivt –

Verður bert ein loysn, burturúr tí trupulleikanum – Tunnil úr Norðhavnini til Árnafjarðar – Harfrá samband Árnafjørð
Gerðabø.

Fara vit í dag inn í Ánunum – So hava vit væl og virðiliga "skitið" okkum inni!

Vinarliga
Absalon í Buð