Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvur makrelur í Norðuratlantshavi

Havstovan

Endaligu úrslitini av felags yvirlitstrolingunum eftir makreli við m.a. Finni Fríða vísa, at makrelurin hevur flutt seg enn longri norður og vestur enn í fjør. Orsøkin er helst liggjandi góðveðrið í summar, sum hevur ført til sera heitan sjógv í ovaru løgunum um alt havið norðan fyri 60 stig norður.

Endaligu úrslitini av felags yvirlitstrolingunum eftir makreli við m.a. Finni Fríða vísa, at makrelurin hevur flutt seg enn longri norður og vestur enn í fjør. Orsøkin er helst liggjandi góðveðrið í summar, sum hevur ført til sera heitan sjógv í ovaru løgunum um alt havið norðan fyri 60 stig norður.Samlaða nøgdin í 2014 er á sama høga stigi sum í fjør, áleið 9 milliónir tons. Hetta talið verður tó ikki brúkt beinleiðis í stovnsmetingunum, men heldur sum eitt boð upp á gongdina í stovninum. ICES metti í fjør at stovnurin var umleið 5 milliónir tons. Í skrivandi løtu verða stovnsmetingarnar fyri komandi ár gjørdar í ICES. Tað er hugaligt at síggja, at nógv er til av ungum 3 og 4 ára gomlum makreli, sum legst til vaksna stovnin komandi árini.

Hóast samlaða nøgdin er tann sama sum í fjør, so er munandi minni av makreli at síggja í føroyskum øki í ár. Ein orsøk kann vera, at nøgdin av æti er minkað í føroyskum sjógvi, og makrelurin tí hevur flutt seg enn longur norður og vestur at leita sær føði. Nógvur makrelur var at síggja í Eysturgrønlandi, og kanska er hann farin vestur um Kappan í ár.

Jan Arge Jacobsen, Havstovan

Les alla frágreiðingina