“Tá torvan kom í gørnini, kavaðu gørnini og kláraðu als ikki at taka ímóti” Tað sigur Hjaltur Poulsen, sum stóð og eygleiddi gørnini, sum hann saman við soninu Poul Eyðfinn hevði sett í gjárkvøldi.
So nógvar makreltorvur hava verið at sæð á Borðoyarvík, sum sjálvdan áður. Hjaltur Poulsen sigur, at teir báðir feðgarnir høvdu sett gørnini kanska mest fyri at fáa sild. Vit settu sigldagarn, makrelgarn og eitt seiðagarn. Mest var í seiðagarninum, tí meskarnir í makrelgarninum vóru alt ov smáir. tá vit drógu, duttu makrelarnir úr, tí teir vóru sera stórir og í góðum standi. Nakað av sild og nakað av seiði var eisini í.
Eisini ídag eru stórar torvur at síggja allastaðni á Víkini, so helst vera teir fleiri, sum fara at royna seg eftir makreli ídag.




