“Vit hava ikki sæð snellubátarnar fáa so nógvan fisk her norðanfyri í fleiri ár. Teir eru fleiri, sum eru farnir at halda, at Osmund Justinussen hevur grein í sínum spádómum”. Tað segði Ásbjørn Djurhuus, stjóri á Bátafisk á Eiði, tá vit tosaðu við hann fyri løtu síðani.
Vit spurdu um snellubátarnar, eftir at Fiskamarknaður Føroya upplýsti okkum um at nógvur snellufiskur var komin á søluna.
Í dag er illveður, sigur Ásbjørn Djurhuus, men fríggjadagin kom onkur bátur við einum manni umborð upp á 4000 pund og nógvir av smáu bátunum lógu um 2000 pund. Samanlagt avreiddu 27 bátar her fríggjadagin og teir høvdu 23 tons í alt. Leygardagin var støðan um tað sama, 19 bátar vóru úti, og teir 19 avreiddu 16 tons. Hetta er meira enn vit hava sæð her í mong mong ár, segði Ásbjørn Djurhuus av Eiði.




