Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvur útróðrar fiskur á søluni í morgun

Jákup Ósá

Enn eru teir heilt góðu túrarnir ikki komnir.

Nógvur útróður var um vikuskiftið og tí var nógv selt í morgun hjá FMF. Fiskiskapurin var ikki nakað serligur, hóast onkur gjørdi brúkiligan túr.
Teir mettu veiðuna soleiðis í morgun: (onkur avreiddi ikki fyrr enn seinnapartin og tí skal tað takast við fyrivarni)
Líðhamar 6000 pund
Bragd 6000 pund
Bjørgvin 3500 pund
Leygardagin gjørdi Norðsøki góðan túr vestanfyri, tá hann fekk knapt 9000 pund. Tann fiskurin bleiv eisini seldur í morgun. Annars eru allir bátarnir farnir avstað aftur og í morgin frætta vit helst meir um, hvussu tað hilnast í nátt.