Eyðgunn Samuelsen hevur lesarbræv úti í hesum døgum, har hon royndir at fáa útleggingina av eldraøkinum til kommunurnar útsetta.
Jóhan Christiansen, Leirvík
Eyðgunn Samuelsen hevur lesarbræv úti í hesum døgum, har hon royndir at fáa útleggingina av eldraøkinum til kommunurnar útsetta. Grundgevinganar eru nógvar, og fyri mær “undarligar”. Tær grundgevingar, ið tala ímóti hjá henni, eru júst grundgevingar eg haldi tala fyri, at økið verður lagt út til kommunurnar sum skjótast. Hon ramsar upp alt tað sum manglar, haltar og kundi verið gjørt betri á eldraøkinum. Hví eru hesi tingini ikki gjørd? Sannleikin man vera illa lýddur, men hann er helst so einfaldur, at landið er ikki ført at veita nøktandi tænastu til okkara eldru borgarar.
Vit skulu skriva áltit upp og niður. Kannað eitt og annað. Orða ein politikk fyri og annan eftir, meðan ongin spyr til tey eldru.
Jú, lat kommunurnar nú fáa ábyrgdina fult og heilt av eldraøkinum, so okkara eldru borgarar kunna fáa tí tænastu, teimum er uppiborð. Lat nú vera við at sáða iva um førleikanar hjá kommununum at umsita hetta sera týdningarmikla málsøkið. Tí verðuleikin er tann, at landið megnar ikki at røkja tænastuna borgaranum at frama. Gev so kommununum kjansin.
Alt hetta kjakið um, at kommunurnar mugu vera størri, helst bert 5-7 stk. í øllum landinum, fyri at røkja eldraøkið, eru bert undanførðslur. Hyggja vit eftir hvar trupulleikin við væntandi eldratænastum er størst, so er tað ikki í teimum smærru kommununum. Heldur øvugt.
Vit kunna øll vera samd um, at tað var rætt at leggja barnaansingarøkið út til kommunurnar at røkja. Kommunurnar, saman við teirra starvsfólkum, hava bygd eitt vælvirkandi og framkomi barnaansingarøkið upp, uppá rekordtíð. Man hoyrir ongan, sum ynskir at landið skal átaka sær hesa uppgávuna aftur.
Og vita tit hvat. Tá barnaansigarøkið bleiv lagt út, tá vóru tað fleiri kommunur enn tað eru í dag. Tað vóru fleiri smærri kommunur enn tað eru í dag. Kommunurnar vóru júst líka ójavnar tá, sum tær eru í dag. Tað var ongin visjón fyri barnaansingarøkið frá landsins síðu. Tað var ongin barnalóg. Ongin tosaði um at børnini vóru ein byrða fyri familjuna, og fyri kvinnuna. Ongin tosaði um fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænastur til børnini. Neyvan bleiv ST sáttmálar v.m. havt uppi á tunguni í øllum kjakinum. Ongin tosaði um at arbeiða í óðum verkum. Fíggingin av barnaansingarøkinum var í stóran mun í asfaltstudningi, vegastudningi, koyristudningi o.l.
Og ongin tosaði um, at tað var ørskapur at leggja eitt so týdningarmikið økið út til fleiri enn 30 kommunur. Møguliga er barnaansingarøkið ikki eins týdningarmikið, sum eldraøkið fyri Eyðgunn. Eg veit ikki. Men eg veit, at tað er ørskapur at halda áfram innan eldraøkið, sum vit gera í dag. Onkur má fáa fulla ábyrgd, so økið verður skynsamt rikið.
Næstbesta loysnin er tann, at landið tekur alt økið. Men avgjørt besta og virðiligasta loysnin er, at kommunurnar fáa ábyrgdina av øllum eldraøkinum, og heimild at tillaga økið til tann staðbundna tørvin.
Kommunurnar hava prógva, at tær væl, eisini um tær eru fleiri enn 30 stk, klára at lyfta týdningarmiklar tænastur.
Tað eigur eisini at vera sett ferð á arbeiði við at leggja Fólkaskúlan út til kommunurnar. T.d. kundi vit sagt, at Fólkaskúlin verður komunalur 1. jan. 2015.
So Eyðgunn og øll tit í landssins leiðslu, vís kommununum nú álti, og legg eldraøkið út til tær, teimum eldru borgarunum í Føroyum at frama.




