Nýggi aðalskrivarin hjá NOMUS; Bo Rydberg var og vitjaði leiðaran á mentanardeildini hjá Klaksvíkar býráð og formannin í Mentanarnevndini Gunvu við Keldu.
Har fekk hann eina kunnan um hvat rørur seg í Klaksvík á mentanarøkinum. Eisini var høvi at vitja kirkjuna, Atlantis og Studio Pegasus. Eisini var ein stuttur støðgur inni í KÍ-høllini, har hornorkesturstevnan boðaði frá spennandi margfaldni innan føroysakn horntónleik í Føroyum.
Bo Rydberg helt Klaksvík vera ein spennandi og "boblandi bý", sum hevði alskins møguleikar – serliga eftir at tunnilin er tikin í nýtsli; men legði afturat: "Um rætt verður borið at"…
Nomus er tann stovnurin innan Norðurlanda Mentanargrunnin, sum tekur sær av øllum innan tónleik. Ger tilmællir um stuðul til tiltøk, tónleikaferðir, festivalir, tónleikaverk, útgávur – eisini útlutan virðislønum.
Nomus, sum eisini útgevur tíðindarit umsitur 2 mill, men hevur størastan áviskan á tær 25 mill, sum Mentanargrunnin hjá Norðurlandaráðnum umsitur til at kalla alt innan mentanarøkið í øllum norðurlondum – Bo Rydberg helt, at Føroyar vóru væl umboðaðar á stuðulsjáttanini samanborið við íbúgvaratalið í Føroyum.
Hetta skilti hann tó væl, tí Føroyar hevði avbera nógv og gott at bjóða fram. Tað vóru eisini undarliga nógv, sum fingust við tónleik og list á so mongum øki í Føroyum. Føroyar mátti vera eitt deiligt og kveikjandi stað fyri einhvønn listamann at búgv í, helt hann fyri.
Bo Rydberg var her í Føroyum í samband við Atlantic Music Event, sum var í Norðurlandahúsinum um vikuskifti. Hann er ein av teimum "tungu eygleiðarunum".
Við honum á ferðini til Klaksvíkar, var eisini føroyska nevndaumboðið í ráðnum fyri Nomus – Andrea Heindriksdóttir.




