Fríggjadagin 23. oktober 2009 skipaði býráðsleiðslan fyri hátíðarhaldi í býráðshøllini fyri Noomi Thomsen, fulltrúa á Roknskapardeildini, í sambandi við hennara 35-ára starvsdag hjá kommununi.
Í dag er ikki so ofta, at starvsfólk hava sín 35-ára starvsdag hjá sama arbeiðsgevara, men júst hetta kundi býráðsleiðslan hátíðarhalda fyri Noomi Thomsen, sum hevði sín fyrsta starvsdag á býráðsskrivstovuni 15. oktober 1974, har hon hevur starvast øll árini, burtursæð frá 1989 til 1992, tá ið hon starvaðist sum bókhaldari og umsiting á Klaksvíkar Havn.
Noomi Thomsen starvast í dag sum fulltrúi á Roknskapardeild kommununnar, har hon hevur ábyrgd av stórum parti av bókhaldinum og dagliga samskiftinum við deildir og stovnar kommununnar.
Millum gestirnar við hetta hátíðarhald vóru starvsfelagar og býráðslimir, umframt hennara næstu.
Noomi hevur hesi 35 árini upplivað eina kollvelting innan bókhaldsførslu og skipanir, heilt frá so at siga manuellum bókingum til edv-skipanir, sum í dag enntá verða knýttar saman í eina og somu fíggjarstýringsskipan landsins. Sjálv greiddi hon frá, at hon nú hevur arbeitt við ikki færri enn fimm ymiskum kontuskipanum.
Í heiðursrøðu sínari fyri Noomi segði Gunvá við Keldu, borgarstjóri, at tað munnu vera fá starvsfólk hjá kommununi, sum hava samband við so nógv ymisk starvsfólk hjá kommununi, tí allar deildir og stovnar kommununnar hava hesa einu og somu roknskapardeild, har hvørt einasta skjal verður skrásett.
– So at siga hvør einasta rokning og flyting hjá kommununi fer um hendurnar hjá Noomi, og tað er ikki smávegis, tí árliga talið av skjølum í bókhaldinum er umleið 16000, sum fylla einar 100 brævordnarar.
– Tað sigur seg sjálvt, at eitt slíkt starvsfólk hevur ein sentralan leiklut í býráðsumsitingini, og hetta kemur sanniliga ikki av ongum og heldur ikki eftir einum degi.
– Tað avrik, sum Noomi í øll hesi ár hevur framt, ber boð um eina kvinnu, sum leggur lív og sál í sítt arbeiðsavrik og starv og hon hevur eisini stórt álit millum øll tey fólk, sum hava við hana at gera, nevndi borgarstjórin í røðu sínari.
Vegna býráðið handaði borgarstjórin Noomi eitt blómutyssi og eina gávu sum tøkk fyri góða tænastu og fyrimyndarligt samstarv í hesi 35 árini.
Noomi bar síðan fram eina hjartans tøkk til sín arbeiðsgevara og starvsfelagar, har hon eisini greiddi frá gongdini og broytingunum arbeiðsplássinum.
Eisini fyrrverandi borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, nýtti høvið at bera fram eina heilsan.
Vit ynskja Noomi hjartaliga tillukku og ynskja henni alt tað besta framyvir við vón um framhaldandi gott samstarv í mong ár framyvir.




