Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðanfyri í dag, leygardagin

Oliver Joensen

Tað skuldi vera so gott veður ídag, men norðanfyri royndist veðrið ikki seinnapartin hjá okkum, sum vóru farnir at skjóta.

Tríggjar fuglar bleiv tað til hjá okkum, ímeðan aðrir fingu 14 ein, sum vit vita um og 18 ein annar, so hjá okkum bleiv tað ein sokallaður bumtúrur. Men luft fingu vit og nógv fyri eyguni.

Tað er ótrúligt at vit her á landi ikki enn hava fingið upp í lag at skipa ein meterologiskan stovn. Vit sum hava so nógv brúk fyri at vita hvussu veðrið fer at vera. Hjá okkum “weekendfiskarum” hevur tað kanska ikki so stóran týdning, men hjá teimum, ið skulu liva av sjónum nærmast okkum hevur tað alstóran týdning. Í gjárkvøldið sovaðu so gott sum allir veðurmenninir ein góðan dag í dag. Norðanfyri blásti upp í einar 10-15 metrar seinnapartin.

Men sum sagt, vit fingu ein góðan túr, her nakrar myndir: