Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðborg á royndarveiðu

(Norðlýsið – Tíðindi)

Norðborg skal eftir ætlan á royndarveiðu eftir sild komandi fríggjadag.

Eftir ætlan skal Norðborg avstað saman við Finni Fríða til royndarfiskiskap nú fríggjadagin. Tað er Fiskirannsóknarstovan, sum hevur leiga skipini til hesa royndarveiðu.

Ætlanin er, at skipini skulu út at vita um teir raka við sild uttan fyri norskt økið.

Jón Rasmussen sigur, at tað er trupult at siga, um teir fara at raka við sild, men at teir fara at vita, um øll sildin er farin inn á norsku firðirnar, ella um partar av henni stendur uttanfyri norskt økið.

Sekstan mans fara við Norðborg hendan túrin, umframt ein maður frá Fiskirannsóknarstovuni, sum skal samskipa royndarveiðuna.