Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðborg afturkomin

Jákup Ósá

Myndarøð: Norðborg landar í dag á Norðhavnini.Túrurin var annars sermerktur við fleiri fólkum, sum vanliga ikki hava sína dagliga gongd umborð.

Norðborg landar í dag á Norðhavnini.

Norðborg kom á Norðhavnina í gjárkvøldið. Lastin var full og høvdu teir umleið 1200 tons, har størra helvtin var makrelur, meðan hin minna helvtin var sild. Teir vóru burtur í 12 dagar hesaferð.

Við Norðborg eru vanliga um 28 mans, tá teir fiska eftir makreli. Men hendan túrin vóru fleiri ferðafólk við. M.a. tríggir dreingir við sum vóru 12 ár ella yngri, ein 16 ára gamal drongur, ið býr í Dubai, ein 47 ára gamal maður, ið ongantíð hevði verið til skips áður og ein trúboðari. Ein 16 ára gomul genta, ein lækna lesandi umframt eitt nýgift par gjørdu, at eisini kvinnurnar vóru eisini væl umboðaðar hendan túrin.

Norðborg fer avstað aftur í kvøld kl. 22.