Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðborg bíðar enn

Mynd og tekstur: Dávur Winther

Norðborg hevur ligið allan marsmánaða. Teir hava umvælt og viðlíkahildið ymiskt umborð, meðan bíðað verður eftir svartkjaftinum, at hann kemur í føroyskan sjógv

Norðborg hevur ligið allan mars mánaða. Teir hava umvælt og viðlíkahildið ymiskt umborð, meðan bíðað verður eftir svartkjaftinum, at hann kemur í føroyskan sjógv

Enn er svartkjafturin ov lítil og fæst sunnaliga á. Svartkjafturin plagar at taka seg upp vestaliga í føroyskum sjógvi og plagar hann tá at hava betri stødd – og hesum verður bíðað eftir enn.

Christian í Grórinum hevur roynt eftir svartkjafti í ES-sjógvi í eina tíð og er nú komin í føroyskan sjógv.

Vónandi verður ikki so leingi at bíða – Í fjør byrjaði fiskaríið eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi hálvan apríl – Norðborg er klár.