Norðborg er á veg inn av svartkjaftafeltinum við umleið 1350 tonsum av skráskornum og frystum svartkjafti og á leið 300 tonsum av mjøli, sigur Eyðun Rasmussen, stjóri á Havlnes
Skipið kemur á Fuglafjørð í kvøld har tað bunkrar og síðani á Klaksvík ímorgin á miðdegi, her veiðan verður løgt upp í Norðhavnini í Ánunum.
Christian í Grótinum og hinir bátarnir, ið fiska til ídnað, hava verið nakað suður úr Føroyum, imeðan Norðborg hevur verið longur vesturi, tí svartkjafturin har hevur verið størri og betur egnaður til matframleiðsluna umborð á Norðborg.




