Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðborg landar á Pelagos

Jákup Ósá

Norðborg landar í dag í Fuglafirði, har ein partur av feskum makreli fer til framleiðsluna á Pelagos.

Norðborg hevur umleið 1300 tons, har størsti parturin er makrelur. Men eini 120 tons av feskum makreli fara til Pelagos, sum síðani arbeiðir fiskin víðari. Christian í Grótinum kemur í Norðhavnina í kvøld, har hann landar eini 680 tons, har meginparturin er makrelur.

Minni av makreli er at fáa í ár í mun til í fjør ljóðar frá flestu bátunum. Norðborg og Christian í Grótinum vóru úti í 15 dagar hendan túrin.