Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðborg og Næraberg fingu besta prísin fyri makrel 2012

John William Joensen

Sambært tølum frá Fiskiveiðueftirlitinum stóðu tey sjey frystiskipini fyri helvtini av samlaða søluvirðinum av makrelinum í 2012 hóast tey fiskaðu ein triðing av samlaða tonsatalinum.

Sambært tølum frá Fiskiveiðueftirlitinum stóðu tey sjey frystiskipini fyri helvtini av samlaða søluvirðinum av makrelinum í 2012 hóast tey fiskaðu bert ein triðing av samlaða tonsatalinum.

Í 2012 eru tilsamans 47 skip skrásett av Fiskiveiðueftirlitinum at hava fiska og selt makrel.

Bestu úrtøkunar (kr. Pr. Kg) fingu Norðborg og Næraberg.

Norðborg seldi fyri tilsamans162,3 mió. kr. Fyri ein kiloprís sum var í miðal 9,1 kr.

Næraberg seldi fyri tilsamans 78,3 mió. kr. Og fekk næst besta kiloprísin 8,94 kr.

Finnur Fríði seldi fyri 100 mió. kr. Og fiskaði góð 18,6 túsund tons. Miðalprísurin var kr. 5,37.

Tróndur í Gøtu seldi fyri góðar 89 mió. kr. Og fiskaði góð 16 túsund tons. Miðalprísurin var kr. 5,57.

Havast skal í huga at Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu og onnur skip avreiddu til virkið hjá Varðanum so miðal eksportvirði á makrelinum er í miðal einar 3 kr. Hægri enn prísurin sum skipini fingu.

Nevnast kann at Nótaskipini og ídnaðarskipini fiskaðu sínar tillutaðu kvotur. Nótaskipini drýggjaðu sær kvotuna fyri at hava nóg mikið av kvotu eftir, tá prísurin varð bestur.

Trolarnir fiskaðu sjálvir sína kvotu, men kláraðu bert at fiska eina helvt.

Flakatrolararnir fiskaðu sína kvotu sum partrolarar hjá pelagiskum skipum.

Rækjuskipini og línuskipini luttóku ikki í fiskiskapinum.

Garnaskip, útróðrarbátar og trolbátar fiskaðu onki av sínari kvotu.

Bert 2.400 tons vóru brúkt av teimum 12.000, sum vóru til Havstovuna, vinnuligar royndir, og hjá landsstýrismanninum at ráða yvir.

NIÐANFYRI er PDF fíla við yvirlitið yvir samlaða makrelfiskiskapin 2012 býtt á skip