Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðborg serliga gávu við frá Kili til Klaksvíkar bý

John William Joensen

Hópin av fólki var komið saman at taka ímóti flottasta og nýggjasta skipinum í flotanum. Á dekkinum vóru tvey ferðakolli – ein bilur og ein kassi við plantum og runnum.

Bilurin er annar av tveimum, sum manningin hevur havt har yviri, meðan báturin er bygdur. Henda valdu teir at taka heim, meðan hin varð seldur.

Reiðaríið, sum kallast Pesquera Itata og manningin á Don Alfonso, sum Christian í Grótinum nú eitur, kendi seg so væl móttiknan í Klaksvík í nov. 2008, tá ið teir vóru eftir bátinum, at teir hava sett ein stórur kassi við runnum á dekki á Norðborg, at bera Klaksvíkar býráð.

Hesar plantur og runnar ynskja teir at verða plantað á sjónligum staði í Klaksvík, so allur býurin kann fáa gagn av teimum.

Hetta fingu borgarstjórin og mentanarleiðarin at vita frá reiðarínum og manningini á samkomu umborð á Norðborg í gjárkvøldið.

Skiparin hevði eisini eitt skjal við, sum greiður frá, hvar planturnar hava voksið í Kili – á staði, sum ger tær egnaðar til eisini at kunna vaksa í Shetlandi, Íslandi, Føroyum og har um vegir, sum tað stendur.

Mentanardeildin fer nú saman við býrgartnaranum at skipa fyri, at fá útvega øki og merkja tað av til endamálið. Tá ið hetta er komið uppá pláss, verður sent takkarskriv til reiðaríið Pesquera Itata og manningina á Don Alfonso við myndum, sum greiða frá, at gáva teirra til býin er komin til høldar.

Býargartnarin var ovfarin og albráður eftir at fáa sett runnarnar í jørðina sum skjótast, tá ið hann hoyrdi hesa forkunnugu søgu. Hann hevði beinanvegin fleir hugskot til, hvar teir kunnu verða gróðursettir.

Tøkk til Norðborg
Manning og reiðarí á Norborg skulu eisini hava stóra takk fyri at hava ansað gávuni so væl eftir longu og drúgvu ferðini til Føroya. Sum skilst á onkrum umborð, so hava teir við kærleika og alskni røkt runnarnar væl og givið neyvt avmáldar vatnnøgdir hvønn dag umborð eftir ferðini.

Teir hava kennt tað sum eina umráðandi uppgávu at røkja – Klaksvík at frama og manningini á Don Alfonso til sóma – at gávan úr Kili kom til Klaksvíkar í “góðum holdum”.

Serlig løta, tá ið Don Alfonso fór
Tað var eisini ein serlig løta, tá ið Don Alfonso týsdagin 18. novembur 2008 um tíggjutíðina fór út eftir vánni – og tað var við sorgblíðni, tá ið kilenska flaggið varð vundið í húnar hátt.

Hetta var tó ein partur av eini nýggjari byrjan hjá P/F F Christina í Grótinum og tí stásiliga hátíðarhaldi, vit vóru vitnir til í gjár.

Men onkusvegna hevur manningin á Don Alfonso kent seg so væl í Klaksvík, at nú meðan Norðborg hevur verið bygd í Kili, hava teir og aðrir frá reiðarínum oftani verið umborð fyri at hitta føroyingarnar – Og altíð hava teir sagt tað sama, er tað nakað, vit kunnu hjálpa tykkum við, sigið so endiliga frá!

Føroyingarnir hava eisini verið boðnir heim og annars ferðast runt umkring og kent seg sera væl í fjarlagda landinum – Kili.

Klaksvíkar býráð er Pesquera Itata og manningini á Don Alfonso størliga takksom fyri serstøku gávuna. Eitt gott tekin um serstakt vinarlag millum tvey so fremmand fólk, sum onkusvegna gera tað sama og hava sett sær sama mál.

http://www.itata.com

Fakta:
Pesquera Itata er sett á stovn í 1948 og er kent fyri frystar fiskavørur, -mjól og -lýsi.
Pesquera Itata hevur fýra virkir spreidd yvir rættliga stórar teinar av 4.500 km longu strond Kilis.
Tað arbeiða fleiri hundrað starvsfólk í felagnum, sum eisni hevur fleiri skip.
Pesquera Itata hevur skipað seg við eini starvsfólkadeild, sum ítøkiliga skipar fyri menningarskeiðum til øll starvsfólkini – Bæði fakligt til sjálvt arbeiðið á virkjunum, men eisini menninskjansliga har tey málrættað menna lívsgóðskuna hjá sínum starvsfólkum á ymiskan hátt. 


Myndir: Dávur Winther