Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðborg sjósett

John William Joensen

Tann 20. februar varð nýggja Norðborg sjósett á Chiliensku skipasmiðjuni “Asmar”.

Talan var um eitt rættuliga stórt hátíðarhald har umleið 800 fólk vóru til sjósetingina og umleið 150 fólk vóru innboðin til hátíðarhaldið.
Á Asmar skipasmiðjuni starvast umleið 2400 fólk og hon er ogn hjá Chiliensku sjóverjuni.

Jón Rasmussen sum saman við pápa og beiggjum sínum eigur nýggja skipið, sigur at tað var ein stór uppliving at síggja nýggja skipið fara av bakkastokki.

– Umleið klokkan ellivu um kvøldi varð farið omana á skipasmiðjuna har dópurin og sjálv sjósetingin varð fyriskipað.

– Eg metið at umleið 800 fólk vóru komin saman á bryggjuni og var hetta fyri ein stóran part menn sum høvdu arbeitt við skipinum og onnur sum varaðu av.
– Fyrst vóru tjóðsangirnir spældir og síðani hildu pápi og Admiral Carlos Fanta De la Vega røðu.

Jón Rasmussen sigur at tað var flott og stórsliði at síggja hetta stóra skipið fara við ferð oman eftir dráttinum. Tá skipið tók sjógvin var fýrverk skotið av skipinum.

Trúgva fult og fast
uppá verkætlanina
Jón Rasmussen sigur at skipið er fyribils seinka tveir mánaðar.

– Norðborg skuldi handast 24. juni í ár, men hetta er nú broytt til 26. august og roknast kann við fleiri seinkingum.

– Síðan sáttmálin varð undirskrivaður á Norðoyastevnu 2006 eru vit vorðnir enn meira sannførdir um at hetta er rætta loysnin.

– Við hesum skipinum hava vit betri møguleikar at virkað umborð og sum prísirnir eru í løtuni er virðisøkingin og harvið úrtøkan munandi betri.

– Skipið brúkar tungolju, við tí er ein sparing uppá 30% og harafturat er maskinorkan tillaga dýrkandi oljuprísunum.

Um nýggju Norðborg
Sáttmálin, sum P/F Hvalnes skrivaði undir við Chiliensku skipasmiðjuna, er tann størsti nakrantíð í føroyskar fiskiskipasøgu.

Hann er upp á heilar 250 milliónir krónur og er skipið á stødd við Atlantic Navigator.

Atlantic Navigator var 94,6 m langur og 18,5 m breiður og nýggja Norðborg er 83,6 m langur og 18,4 breiður.

Hann kann framleiða burturúr 500 – 600 tonsum av rávøru um samdøgri.

Manningarrúm eru til 28 fólk í 22 kømurum við wc,brúsu og øðrum hentleikum.

Høvuðsmotorurin 8000 hk og ljósmotorurin er 3400 hk.