Brúktbilasølan heldur fram alla vikuna, so enn hava klaksvíkingar og norðoyingar góðan møguleika at gera eitt gott bilkvetti.
Sum nógvir klaksvíkingar hava lagt merki til í seinastuni, hava nógvir bilar verið syndir fram við Skýlið.
Tað eru Nordcar og Nordbil sum í samstarvi við Esmar Simonsen, ið hava millum 80 og 100 bilar á økinum. Fyri tað mesta er talan um bilar, ið eru millum 1 og 5 ára gamlir.
Hesi feløgini selja bilasløgini BMW, Honda, Hyundai og Skota, sum góður møguleiki er at síggja hjá Esmar Simonsen á Kambsdali.
Nordcar og Norðbil eru sera glaðir fyri samstarvið, sum er fingið í lag við Esmar Simonsen. Á hendan hátt kunnu teir í felag røkja tey nógvu góðu viðskiftafólkini, sum teir hava í Norðuroyggjum.
Teir siga, eins og Muhamed segði á sinni, at um fjallið ikki kemur til teir, so fara teir til fjallið.




