Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðdepil fyllir 150 ár

Helgi Abrahamsen

Sunnudagin 28. august kann fólkið í Norðdepli hátíðarhalda, at liðin eru 150 ár síðani fyrsta familjan valdi at búseta seg í bygdini.

Sunnudagin 28. august kann fólkið í Norðdepli hátíðarhalda, at liðin eru 150 ár síðani fyrsta familjan valdi at búseta seg í bygdini.

Í 1866 fluttu Poul Sivert Sivertsen og kona hansara úr Hvannasundi og yvir um Sundið, og 28. august reyk á fyrsta sinni úr ljóaranum í nýbygdu sethúsum teirra. Húsini standa framvegis niðri við sjóarmálan, hóast nógv er broytt bæði innanveggja og uttanfyri hesi seinastu 150 árini.

Hvannasunds Kommuna, sum Norðdepil er partur av, ætlar ikki at lata hesa stórhending fara aftur við borðinum uttan at gera nógv burturúr. Tá bygdin fylti 100 ár í 1966, var stórt hátíðarhald, og nú bygdin rundar tey 150 árini, er ætlanin at hetta skal gerast ein ógloymandi dagur.

Bók, filmur og hátíðarhald

Á skránni fyri hátíðarhaldið er ein hópur av tiltøkum, bæði til børn og vaksin. Tað eru tó serliga trý ting, sum munnu hava stóran áhuga millum bygdarfólkið:

– Ein 30 minuttir langur filmur er gjørdur um bygdina, har Zacharias Hammer lýsir søguna hjá bygdini hesi seinastu 150 árini.

– Ein bók (224 síður) er skrivað um bygdina, og fólkið sum býr á staðnum. Tað er Snorri Brend sum hevur skrivað bókina. Hesi bæði verkini verða løgd fram hóskvøldið 25. august, sum ein byrjan til eitt vikuskiftið har mentan, ítróttur, fundir, framførslur, fyrilestrar og felagsskapur standa í fokus.

– Sjálvan føðingardagin, sunnudagin 28. august, verður fólkafundur á Torginum, mitt í bygdini, har ein minnissteinur verður avdúkaður.

Onnur tiltøk

Millum mongu tiltøkini kann nevnast togtogan eftir byrgingini millum grannabygdirnar Norðdepil og Hvannasund; ódnartak, har róð verður stuttan tein, og møguleikin at spæla tey gomlu spølini, sum børnini í Norðdepli spældu fyrr.

Ein serstøk matstova verður eisini í bygdini, har møguleiki er at keypa sær nógvan góðan mat úr sjónum, ið verður borðreiddur sum eitt sjálvtøkuborð.

Og sum nakað heilt serligt verður somuleiðis skipað fyri tí sum kallað verður “Blíðskapur”. Hóast fólk altíð eru blíð, so verður her eitt frálíkt høvið at heilsa uppá og vitja heima hjá fólki í bygdini seinnapartin leygardagin.

160 fólk búgva í Norðdepli.

Øll tann áhugaverda skráin og onnur kunning kann lesast á heimasíðuni hjá kommununi – www.hvannasund.fo

Harleywoodpaint