Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðfra til Danmarkar

Oliver Joensen

Framlei§sluvirkið Norðfra hevur í vár stovnað fyritøkuna Norðfra Danmark Aps, sum júst hevur latið deild upp í Danmark við goymslu í Faaborg á Fjóni.

Umvegis heimasíðuna nordfra.com hava fólk seinastu tíðina bílagt fisk og fingið hann til dyrnar í øllum landinum.

Undirtøkan hevur verið góð frá byrjan, bæði millum útisetar og danir. Rættilig gongd kom á, tá donsku avísirnar í vikuskiftinum høvdu tíðindagreinar um nýstovnaðu fyritøkuna. Føroyskur fiskur er høgt í metum millum fólk á flatlondum alt meðan tilvitanin, um hvussu stóran týdning tað hevur at eta fisk, alsamt veksur.

Tað er Poul Martin Petersen, sum í nøkur ár hevur havt fyritøkuna Faroefish, ið hevur dagligu leiðsluna av Norðfra Danmark. Hann hevur úr at gera við at avgreiða ordrar og taka telefonina, ið hevur ringt áhaldandi síðan donsku fjølmiðlarnir góvu fyritøkuni gætur.

Poul Martin hevur góðar vónir fyri framtíðina hjá Norðfra Danmark, sum fyribils hevur egnan frystibil og ein sjaffør í starvi.

Harleyfacadeacryl