Norðhavnin hevur givið Klaksvík sterkastu framtíðarhavnabygging síðani 1937. Hetta er einki minni enn eitt samfelagsbragd
Í 1980unum varð byrjað at flyta størru anleggini út úr Klaksvík.
Talan er um grótbrotið, sum varð flutt av Bumshamari og norður um Strond, Oljutangarnir hjá Esso (Statoil) og Shell (Magn), sum stóðu uttanfyri Norðborg og omanfyri Kósavirkið, vórðu fluttir norður til nýggja oljuhavn við Grótrætt.
Í 1998, eftir at talan hevði verið í 20 ár um at fara undir útbygging í Ánunum, var skjøtil settur á havnarútbyggingina.
Henda útbygging er nógv størsta framtakið viðvíkjandi havnarviðurskiftum, síðani Stórakaj kom í 1937, sum gjørdi, at Klaksvík kom at verða týdningarmesta havnin í Føroyum og skapti saman við el-verkinum á Strond sanna kollvelting. Ymist er, sum Norðhavnin hevur verið umtalað bæði millum manna og í fjømiðlum, eisini í Norðlýsinum, hóast vit hava givið havnini okkara viðhald.
Besta søluvøra í Norðuratlantshavi
Einki at taka seg aftur í, at her hava Føroyar fingið sína klárt best havn, har siglast kann inn úr øllum ættum og lætt tilkomandi bæði úr norðuri og suðuri, samstundis er næstan eitt hav at manurera í, samstundis, sum einki merkist til veður. Ein útrúlig kombinatiión.
Klaksvíkar Havn er ein hin besta søluvøra í Norðuratlantshavi, og tí eiga kommunalu myndugleikarnir at syrgja fyri, at her kemur gongd á við søluarbeiðinum.
Fyrsta ætlanin var, at havnarøkið skuldi verða um 20.000m² við kaisíðu uppá 200 metrar á 10 metra dýpi. Kostnaðurin varð tá roknaður til umleið 35 mió. krónur.
Broytingar og breitt samstarv
Sum tíðin gekk, vórðu ymiskar skilagóðar broytingar gjørdar, m.a. at frystihúsið, sum skuldi byggjast, varð flutt norður um 200 metra markið. Útfyllingin og kaisíðan har kom at kosta 45 mió. krónur, har P/f Christian í Grótinum bjóðaði sær til at fíggja tær 21 mió. krónurnar. Samstundis var Norðhavnin tillagað soleiðis, at m/f Norrøna kundi leggja at, og dýpið gjørdist 12 metrar ístaðin fyri 10 metrar. Kostnaðurin gjørdist sostatt tilsamans 89 mió. krónur. Tað, sum nú restar í at gera heilt liðugt, fer at kosa millum 3 og 4 mió. krónur.
Ídag er Norðhavnin útbygd soleiðis, at har er 12 metra dýpi, økið er tvífalda frá 20 til 40.000m², rampin er 30 metrar ístaðinfyr 18 metrar, sum upprunaliga ætlað og kaisíðan er 317 metrar.
Her er størsti møguleikin bæði fyri farma- og ferðamannaskipum og kanska ikki minst ferðamannaskipum, sum í stórum tali reika í Norðuratlantshavi.
Nú er uppgávan hjá Klaksvíkar Havn og kommununi saman við privatum feløgum at skaffa inntøkur til afturgjaldingina og framburðin í Klaksvík.Sum sagt, so er hetta fremsta og týdningarmesta havnarútbyggingin síðani 1937 við bestu havn í Føroyum,
– Eitt sterkt aktiv fyri Klaksvík og alt nærumhvørvið.




