Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðhavnin

Hallstein E. Jacobsen

Norðhavnin hevur verið ein av lívsæðrunum hjá Klaksvík seinastu árini. Vit hava sæð, at skipaferðslan er økt ár eftir ári, men samstundis sum ferðslan økist, verður onki gjørt fyri at nøkta tann vaksandi tørvin.

Tað ganga 4 ár ímillum, at Norðhavnin verður tikin fram og umrødd av býráðslimum og teimum, sum ætla sær inn í býráðið. Men vit síggja tíverri, at tey fólkini, sum snakka um at útbyggja Norðhavnina, ikki eru so heit fyri hesum, tá ið tey hava fingið vald til at gera nakað við tað.

Men nú er tíðin komin, har vit mugu handla, um vit ikki ætla okkum at vera ein eftirbátur innan havnaøkið. Havna- og vinnunevndin í Klaksvíkar Kommunu hevur so at siga onki gjørt fyri havna- og vinnuøkið, og Norðhavnin er onki undantak. Um vit ætla okkum at taka ímóti allari teirri øktu ferðsluni, so mugu vit fara at útbyggja Norðhavnina beinavegin. Vit síggja, at aðrar havnir her í Føroyum gera seg út til at taka ímóti allari ferðsluni. Gera vit onki, er møguleiki fyri at missa nærum alla tað skipaferðslu, sum vit síggja hvønn dag.

Vit vita, at tað kostar nógvar pengar at gera hesa íløgu, men tað er eisini ein sannroynd, at Norðhavnin kastar nógvar pengar av sær. Tí fer tað ikki at vera nakar trupulleiki at fáa hesa íløgu afturgoldna.

Hetta er eitt mál, sum má loysast í nærmastu framtíð. Vit mugu gera upp við okkum sjálvi, hvat tað er, vit ætla okkum. Ætla vit at vaksa sum ein havnarbýur, ella ætla vit okkum at fara aðrar leiðir. Mín støða er greið. Eg vil gera alt fyri, at vit kunnu vaksa sum ein havnarbýur. Vit vita, at tað er vinnan, sum er grundarsteinurin undir allari vælferð, og tí er tað umráðandi, at vit geva vinnuni góðar karmar.

Hallstein E. Jacobsen

Býráðsvalevni fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar Kommunu