Nýggjasta skipið í flotanum, Norðingur, kom á Klaksvík í gjárkvøldið. Hann liggur nú á Kósini og riggar til fyrsta túrin á føroyskum hondum.
Norðingur, ið er eitt prýðiligt og 600 tons størri skip enn Slættaberg, skal avloysa Slættaberg, sum fyribils verður lagdur, tá ið teir koma aftur av fiskileið.
Tað er P/F Næraberg, sum eigur Slættaberg, ið hevur keypt Norðing.
Eftir ætlan kemur Slættaberg inn í annaðkvøld og tá er Norðingur helst eisini klárur at fra og manningin á Slættaberg fer umborð á Norðing.




