Í enn einum sera spennandi róðuri vann Norðingur annan sigurin á rað og nú stendur 2-2 eftir fýra róðrar.
KRF gjørdist mest vinnandi felag við fýra sigrum av 11 róðrum. Fípan Fagra barnaróður dreingir, Fípan Fagra dreingir 17-18 ár, Sævarmoy dreingir 14-16 ár og Nevið Reyða vunnu sínar róðrar.
Mest spennandi róðurin gjørdist sum næstan allar hinar stevnurnar tann hjá 10-mannaførum millum báðar bátarnar úr Norðoyggjum. Stavn um stavn róðu teir frá byrjan til enda. Norðingur tóktist hava munin tað mesta av teininum og á málinum var hann áleið hálvan skut frammanfyri. Sigurin hjá Norðingi ger, at støðan nú er 2-2 millum Klaksvíking og Norðing. Hesaferð var munurin væl styttri enn á jóansøku.
Um eina viku er Fjarðastevna á Skála.
Myndir: Skíggjamyndir frá KVF





