Hetta er tann fyrsti parturin í eini røð av ferðafrásøgnum, ið vit fara at gera á okkara fjakkaraferð í Suðuramerika.
Norðlýsið á fjakkaraferð í Suðuramerika
Hetta er tann fyrsti parturin í eini røð av ferðafrásøgnum, ið vit fara at gera á fjakkaraferð okkara í Suðuramerika. Vit eru tríggir ungir mans, ið hava gjørt av at fara dreymaferðina hjá okkum, hóast korona hevur gjørt tað truplari enn tað vanliga er.
Tað eru kortini eisini fyrimunir við at ferðast nú, tí á flestu støðunum eru sera fá ferðafólk, og hava tískil nógv støð mest sum fyri okkum sjálvar. Í hesum fyrsta partinum fara vit at greiða tykkum tíðini í Buenos Aires.
Ferðin hjá okkum byrjaði sum flestu ferðir hjá okkum føroyingum, við at flúgva til Danmark, síðan stutta millumlending Amsterdam áðrenn longu flogferðin til Argentina. Ferð okkara byrjaði í argentinska høvuðsstaðnum Buenos Aires. Býurin er mest vitjaði í Suðuramerika og lívskorini her eru sera góð, samanborið við aðrar býir í heimspartinum. Býurin og landið sum heild hava tó fleiri avbjóðingar at stríðast við. Á okkara ferð gjøgnum býin kom fíggjarligi ójavnin okkum til sjóndar.
Tá ið vit vóru og vitjaðu við ljósareyða húsið hjá hjá forsetanum (Casa Rosada), hittu vit tvey tíðindafólk. Tey søgdu okkum, at inflatiónin í landinum var 50% og at hetta førdi við sær at prísirnir á gerandisvørum kundi fara upp frá degi til dags. Hetta var eisini orsøkin til at argentinska pesoin var blivin so veik.
Ein fittur útlendingur segði okkum, at tað eru tveir ymiskir “kursir” í landinum. Tann almenni kursurin í er 0,06 fyri hvørja danska krónu, og so tann veruligi kursurin, ið tey lokalu nýta, ið er 0,03 fyri donsku krónuna. Hetta førdi við sær at vit kundu fáa alt fyri helvtarprís. Men vit máttu nýta dollarar ella taka peso út við einum banka sum eitur Western Union, fyri at hetta skuldi bera til. Hetta tí at um tú nýtir kort at gjalda við verður almenni kursurin nýttur, ið er tvífaldur, samanborið við tann veruliga kursin.
Í Buenos Aires møttu vit eisini fleiri ísraelum. Vit funnu útav at tað er siðvenja hjá teimum at ferðast til annaðhvørt Suðuramerika ella India eftir teirra kravdu hernaðartænastu, ið er 2-3 ár. Ein ísraeli segði okkum hvussu hepnir vit vóru at ikki skula í hernaðartænastu. Hetta minti okkum á hvussu hepnir vit vóru, at ikki skula í herin.
Hæddarpunktini frá Buenos Aires vóru fleiri.
Vit vitjaðu litfagra býarpartin, La Boca, ið er býarparturin hjá arbeiðarunum. Húsini har eru upprunaliga gjørd við stáli frá skipsvrakum og eru málaði í alskyns litum.
La Boca merkir munnur, og er tí fyrr í tíðini kom øll vøran til býin í gjøgnum hendan býarpartin. Tað var ein listamaður sum byrjaði hesa siðvenjuna við at mála húsini ymsar litir í 1960unum, tað hava fólkini tikið til sín. Har sóu vit millum annað eina tangoframførslu og keyptu lokala list. Vit fóru eisini til gamla býarpartin, San Telmo, har tað er gøtumarknaður og fleiri stuttligir handlar at vitja. Maturin í Buenos Aires var eisini sera góður. Í Argentina hava tey eina sterka siðvenju tá tað kemur til matgerð.
Serliga kunnu nevnast Asado, ið er tá tey lokalu møtast at grilla alt møguligt kjøt, Mate, ið er tað theið, ið tey lokalu drekka og so alfajores, ið eru lekkrar kakur. Hesar køkur eru eins og tvær bleytar smákøkur, við ymiskar fyllu í miðjuni.
Nú gongur leiðin til Uruguay, vit fara at sigla úr Buenos Aires til Colonia, og síðani koyra til høvuðsstaðin, Montevideo
Høgni Brimnes
David Mikkjalsson Thomassen
Árni Winther Jákupsson


























