Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið á R7 í dag frá klokkan 13.00

Oliver Joensen

Hvønn fríggjadag senda vit á R7 á FM 107. Í dag er ætlanin at vit skulu gera eina roynd við streaming á heimasíðuni hjá Norðlýsinum eisini. Norðlýsið hevur fingið útgerð til streaming, tað vil siga, at vit nú hava møguleika at senda livandi myndir og ljóð beinleiðis á heimasíðuni nordlysid.fo. Í dag fara vit at gera eina roynd at senda lutakastið til Klaksvíkskappingina beinleiðis á heimasíðuni, samstundis sum lutakastið verður sent á R7 – undirstrikast skal, at hetta verður bert ein roynd ídag.

Skráin fyri sendingina á R7 í dag er hendan:

(Vertir í dag: Oliver Joensen og Maria Ziskason Nesá)

 Lutakast til Klaksvíkskappingina.

Í ár eru liðini B36, NSÍ, Víkingur og KÍ. Jóhann Lützen, dagligur leiðari fyri besta mansliðið hjá KÍ kemur at standa fyri lutakastinum.

Eldraøkið í Norðoyggjum.

Marna Ellingsgaard Jensen, leiðari fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu kemur at greiða frá støðuni á økinum.

Jaqueline Gardar og sonurin Lindi standa fyri matstaðnum Jacqson. Í dag vitjar Jaqcueline Norðlýsið á r7, har hon fer at fortelja um, hvussu tað er at hava fyritøku saman sum mamma og sonur.

Lokalpolitikkur.

Valárið er byrjað og 8. november verður býráðsval um alt landið. Vit kanna pulsin í lokalu floksfeløgunum og byrja við Norðoya Javnaðarfelag, har Petur Martin Hansen er formaður. Hann kemur á gátt síðst í sendingini.