Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið á trimum økjum

John William Joensen

Við blaðnum ídag, gera vit aftur eina roynd at fjøltátta Norðlýsið. Blaðið sá dagsins ljós fyrstu ferð í 1915 og hevur síðani tá meira og minni regluliga, hespast við at koma út í Norðoyggjum, fyrst og fremst.

Fyri skjótt tveimum árum síðani bleiv avgjørt, at Norðlýsið eisini skuldi út við eini heimasíðu. Frammanundan hevur títt og ofta verið tosað um at geva blaðið út tvær ferðir um vikuna, men vit hava higartil hildið okkum aftur við tí, orsakað av at vit ikki hava hildið grundarlag verið fyri tí.
Tað hevur gingið sera væl við digitalu heimasíðuni. Síðan verður støðugt meira vitjað og vit hava higartil hildið fast við, at hon skal vera ókeypis hjá brúkarum at koma inn á og hava vit við stuðli og lýsingum fingið endarnar at røkka saman á hesum miðli okkara eisini.
Tíðir broytast og Norðoyatunnilin gerst skjótt veruleiki. Tí hildu vit, at tíðin var búgvin at fara at royna nakað nýtt, nú Eysturoyggin og Norðoyggjar vera tættari knýttar hvør at øðrum.
Fyri okkum norðoyingar hevur fasta sambandið sera stóran týdning, einasta sambandið við útheimin so at siga hevur verið um Lorvíksfjørð og nú tunnilin gerst veruleiki vera tær forðingar burtur, sum eitt ferjusamband er í eini tíð, har alt skal ganga so skjótt hevur við sær.
Tað er við spenningi tosað verður um framtíðina við Norðoyatunnlinum.
Tey eru fleiri, sum hava givið sítt boð upp á broytingar, sum komandi ættarlið fara at síggja, men flestu trúgva uppá tættari samstarv tvørtur um Lorvíksfjørð og tosað hevur enntá verið um kommunusamanleggingar.
Hetta seinasta, verður neyvan tað fyrsta sum fer at henda. Men hyggja vit at vinnulívinum, so er samanlegging longu byrjað og harafturat taka vinnulívsmenn í hesum døgum ódnartøk fyri at lagað seg til broyttu viðurskiftini.
Eitt nú í Klaksvík, hevði valla verið nakað bygt á ídnaðarøkinum, um so var at Norðoyatunnilin ikki gjørdist veruleiki og keyp og samanlegging av vinnuvirkjum báðumegin fjørðin hevði valla heldur verið aktuelt uttan fast samband
Við blaðnum, tygum hav í hondini ídag, ger Norðlýsið eina roynd afturat, sum sagt, at fjøltátta okkara útgávur.
Týsdagsblaðið skal eftir ætlan koma í hvørt hús í Norðoyggjum og fyribils í nærmastu økjunum í Eysturoynni. Fríggjadagsblaðið fer sum higartil at koma til haldarar og sølubúðir kring um í landinum og triði møguleikin er sum sagt www.nordlysid.fo ið er ein miðil fyri seg, ið vit dagføra hvønn dag eftir førimuni.
Vit fara í hvussu so er at royna okkum á hesum trimum økjunum frá nú av og fram til ársskiftið og bendir henda roynd okkara á, at hetta er ein gongd leið, so er ætlanin at víðkað um týsdagsblaðið til at fevna um alla eysturoynna umframt Norðoyggjar. Samstundis fara vit at vaksa um tíðindi og frásagnir úr Eysturoynni.

Harleyfacadeacryl