Norðlýsið kemur út sum vant mikudagin í allar postkassar í Norðoyggjum, til haldarar aðrastaðni og í sølubúðirnar kring landið
Vit á Norðlýsinum fylgja eisini tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum. Vit arbeiða allir heimanifrá næstu tíðina. Blaðið verður gjørt liðugt í dag og verður borið út mikudagin til øll húski í Norðoyggjum.
Tilfar og lýsingar til blaðið skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi kl. 15 í dag. Sendi lýsingar á lysing@nordlysid.fo ella ringið á 742222. Tilfar kann sendast á info@nordlysid.fo og ringjast kann á høvðusnummarið 456285.


