Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið broytir útgávudag

John William Joensen

Eftir ynski frá lýsarum og vegna betri kappingartreytir – fer Norðlýsið nú at koma út týsdag – í hvørt hús í Eysturoynni og Norðoyggum.

Norðlýsið hevur síðan 16. Apríl 1915 verið borið út fríggjadag av postverkinum, men tíðir broytast og fyri at vera enn betri kappingarført, hava vit tikið avgerð um at broyta útgávudagin.

Døgurðatímin sum var ein fastur táttur á middegi er ikki longur og tí sóu flestu lesarar ikki fríggdagsblaðið fyrr enn tey koma heim úr arbeiði fríggjadag og tað hava lýsarar mett vera ov stutt uppundir vikuskiftið.

Norðlýsið fær eisini betri kappingartreytir at virka undir og hetta fer sjálvandi eisini at koma lesarum og lýsarum til góða.

Blaðið sum skuldi verði borið út í morgin, fríggjadagin 13. mars – verður ístaðin borið út týskvøldið 17. Mars.
Vit vóna sjálvandi at viðskiftafólk okkara taka eins væl undir við blaðnum, sum higartil.

———————–

"Til Læserne.
Det har længe været følt som et Savn, at vi ikke uden for Thorshavn havde et Blad, som kunde være Talsmand for vore særlige Bygdeinteresser……..”
skrivar P. Zachariassen í fyrsta leiðara sínum í Norðlýsinum fríggjadagin 16. apríl 1915.

Nú verður so útgávudagurin broyttur – men arbeiðssetningurin verður framhaldandi í tráð við orðini hjá fyrsta blaðstjóranum. 

NORÐLÝSIÐ