Sera nógv fólk hava sítt yndislið í Englandi, og í gjár var serstakur dystur millum Liverpool og Manchester United. Viðhaldsfólk á báðum síðum, dáma vanliga væl at arga hvønnannan, og soleiðis var eisini í dag.
Tað møtti ein óvanlig sjón á stórskerminum hjá Norðlýsinum í dag. Fleiri bilførarar hava helst varnast, at úrslitið frá dystinum millum Liverpool og Manchester United, sum bleiv spældur í gjár, stóð á skerminum.
Tað var ein glaður Liverpool fjeppari, sum í morgun gav Norðlýsið ein heldur óvanligan ordra, tá ið hann vildi hava lýsing út, av úrslitinum frá dystinum millum arvafíggindarnar í Englandi.
Sum myndin vísir, so gjørdist endaliga úrslitið frá dystinum 7-0 til Liverpool.
Fyri góðan ordan skyld skal upplýsast at greinaskrivarin er íðin Newcastle fjeppari.




