Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið fekk fitta vitjan

Anna Maria Joensen

Norðlýsið fekk so fitta vitjan í dag, tað var stovan Músabróðir úr Fjallfípuni sum kom at vitja.

Í góðveðrinum gingu røsku børnini frá Fjallfípuni og heim í býin, har tey steðgaðu á hjá Norðlýsinum og ótu matpakka. Tey fingu frágreiðing um Norðlýsið, hvat tað er fyri eitt blað, at tað varð stovnað í 1915 og sostatt er 108 ár, tað var øgiliga gamalt, hildu tey.

Eisini hildu tey tað vera eitt sindur stuttligt at ein kundi sita og blaða í Norðlýsinum, og at tað ikki var ein skermur.

Orsøkin til vitjanina var heilt serlig, tí í Músbróðir starvast tríggjar konur sum koma frá Leirvík, og tær halda við Víkingi!! 

Hetta hildu børnini at okkurt mátti gerast við, so tey høvdu bjóðað leirvíksdamunum av, og biðið tær koma í Norðlýsið fyri at vita, um tær tordu at siga, at tær halda við Víkingi.

Hóast børnini sjálvandi halda við KÍ, og róptu at KÍ er best, so stóðu leirvíksdamurnar stinnar og vildu ikki geva seg – tær halda við Víkingi.

Men børnini tey geva seg heldur ikki og rópa: KOYR Á KÍ!!

Harleywoodpaint