Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðlýsið frættir úr løgtinginum

Jóhann Lützen

Tað hoyrist á politisku vatnrørunum, at Ruth Vang hevur fingið tvey landsstýrisfólk úr einans trimum løgtingsfólkum

Norðlýsið er í tinginum í dag. Her er serstakliga friðarligt, men samstundis serstakliga høgligt at tosa við tær fáu keldur, ið hava verið tætt uppá politisku telvingina seinastu dagarnar. 

Vit frætta at Framsókn fær tvey landsstýrisfólk, har tað eina verður landsstýrisfólk í fíggjarmálum. Her er ivaleyst talan um Ruth Vang. Síðani vilja keldurnar hjá okkum verða við at eitt ráð sum líkist nakað tí vit kendu sum innlendismálaráðið, verður upprætta. Hetta fær Framsókn eisini

Tjóðveldi fær uttanríkismál, fiskivinnumál og vinnumál. 

Javnaðarflokkurin fær síðani rest. Umframt løgmann skilja vit, at javnaðarflokkurin fær Almannamálaráðið, Heilsumálráðið, eitt ráð við fokus á børn og eitt ráð við fokus á umhvørvi. 

Síðani eru tað nøvnini út á ymsu landsstýrispostarnar, tað er Norðlýsið farið at frætta um…