Tíðir broytast og ofta kann vera stuttligt at lesa gamlar lýsingar.
Tíðir broytast og ofta kann vera stuttligt at lesa gamlar lýsingar.
“Tann sum tók ein brúnan harrafrakka feil í kirkjuni 1. jóladag, kann fáa hann umbýttan í kirkjuni komandi sunnudag.” Soleiðis ljóðaði ein stutt lýsing, sum stóð í Norðlýsinum tann 6. januar 1967. Upplýst var ikki hvør hevði sett lýsingina í, so har var bara eitt at gera – at fara í kirkju aftur í tí skeiva frakkanum komandi sunnudag, og so halda eyguni við, hvør gekk í tí rætta frakkanum.




