Sum fyrsta blað nakrantíð, fór eitt eintak av Norðlýsinum ígjøgnum Norðoyatunnilin ídag.
Ja, ímorgin verður Norðoyatunnilin veruleiki, men longu ídag var nóg opið ígjøgnum til at vit kundu senda eitt eintak av Norðlýsinum ígjøgnum Norðoyatunnilin til Sjónvarp Føroya, sum var móttakarin hinumegin.
Nú eru bert góðir tveir metrar ímillum arbeiðisliðini hjá NCC undir Lorvíksfirði. Eini fýra hol eru tó boraði ígjøgnum veggin og tað eina av teimum man vera einar 20 centimetrar í diametur og ígjøgnum hetta holið sendu vit ídag eitt eintak av Norðlýsinum, til Sjónvarp Føroya, ið stóð hinumegin. Samstundis prátaðu blaðstjórin á Norðlýsinum og Tórur Mikkelsen frá sjónvarpinum saman ígjøgnum holið, so longu nú kann sigast at samband er undir Lorvíksfirði.
Teir hjá NCC søgdu okkum, at seinasta pettið av vegginum verður sprongt ímorgin. Fyrr hevur tað oftað verið soleiðis at sprongt hevur verið ígjøgnum fyrst og síðani lagað uppí aftur holið til "almennu" spreingingina, men soleiðis verður ikki hesaferð. Seinasta strekkið verður sprongt at Jógvani við Keldu, síðani verður ruddað og síðani sleppa innboðin ígjøgnum.
Tað vera tingmenn úr Norðoyggjum og tingmenn úr Eysturoy, sum sum teir fyrstu fara at taka í hondina av hvørjum øðrum undir Lorvíksfirði.
Hátíðarløtan verður sum sagt ímorgin, leygardagin kl. 17.00.




