Í fleiri ár hevur hann verið framúr góður til sína ítrótt, men 2002 gjørdist árið, tá Hjalgrím Elttør trein heilt fram á pallin millum teir allarbestu fótbóltsleikararnar her heima, bæði á besta liðnum hjá KÍ, har hann telist millum teir berandi á liðnum, og síðani eisini á føroyska a-landsliðnum.
Hóast vit umrøddu nakrar møguleikar, áðrenn avgerðin varð tikin, so var tað skikkiliga skjótt, at Norðlýsið kom til niðurstøðuna, at Hjalgrím Elttør er tann rætti at fáa heiðurin "ársins ítróttafólk í Norðoyggjum 2002".
Tillukku við tí, Hjalgrím!
Meir enn bara ein landsdystur.
Í serstakari grein í blaðnum í dag umrøða vit ta minnisríku løtuna í landsdystinum ímóti Týskalandi í fjør, tá Hjalgrím mundi skapt eina tað størstu sensasjónina, tá hann seint í dystinum mundi javna til 2-2 fyri Føroyar.
Men tað sigur seg sjálvt, at ársins ítróttamaður í Norðoyggjum í 2002, hevur avrikað meira enn tað, sum hann framdi í tí landsdystinum sjálvandi.
Góðan vilja og hugburð.
Heilt frá ungum av hevur Hjalgrím verið ein framúr fótbóltsleikari, bæði so og so. Landsdystirnir, sum hann hevur leikt fyri føroysku U14-, U16- og U18-landsliðini, siga sína søgu um góðu evnini.
Men tað er ikki bara likamligi førleikin og teknikkurin, sum skapa ein góðan ítróttamann. Tað skal meira til enn tað.
Skjótt gjørdist greitt, at Hjalgrím eisini hugsar sum ein sannur ítróttamaður. Longu áðrenn hann kom á 1. lið hjá KÍ, varð lagt til merkis, at hesin ungi drongurin gjørdi meira við venjingarnar, enn venjari hansara bað hann um.
Eisini hevur Hjalgrím víst góðan hugburð bæði á og av vølli sum ikki hevur minni at týða, tí vit vita, at góðir ítróttamenn eru fyridømi og hetjur hjá teimum yngru.
Berandi á KÍ-liðnum.
Longu í 2000 tá 1. deild hjá KÍ hevði ein sera væl mannaðan hóp, sum árið fyri hevði vunnið greipuna spældi Hjalgrím, sum einans 17 ára gamal, við í 15 landskappingardystum.
Í 2001 gjørdist hann fastur maður á besta KÍ-liðnum, man tá kappingarnar byrjaðu í fjør (2002), var greitt, at Hjalgrím hevði ment seg sera nógv sum leikari.
Øll, sum hava fylgt KÍ vita, at Hjalgrím í fjør var ein av berandi monnunum á KÍ-liðnum, sum ivaleyst hevði vunnið FM-heitið, hevði tað ikki verið fyri ta vanlukkuligu byrjanina, sum liðið hevði, bæði í steypakappingini og landskappingini.
Persónliga fyri Hjalgrím var hetta árið, tá hann hevði sítt stóra gjøgnumbrot eingin ivi um tað.
Nú eisini við á A-landsliðnum.
Sum nevnt hevur Hjalgrím royndir frá U-landsliðunum, men eisini í landsliðshøpi gjørdist 2002 stóra árið hjá honum, við tað at hann í fjør leikti sínar fyrstu dystir á A-landsliðnum.
Fyrsti skrásetti landsdysturin hjá Hjalgrími var vinardysturin ímóti Póllandi tann 10. februar.
Ársins ítróttamaður í Norðoyggjum 2002, Hjalgrím Elttør, heldur fram hjá KÍ í 2003.




