Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið í dag

Oliver Joensen

Klokkan 13 í dag, stroyma vit beinleiðis sendingina “Norðlýsið á R7”. Sum flestu vita, so er hetta sending á R7, ið Norðlýsið stendur fyri hvønn fríggjadag ímillum klokkan 13.00 og 15.00.

Ídag verða tað Helgi og Oliver, ið vera vertir.

Á skánni verður tosað við Óla Olsen, rithøvund, um bókina um Nólsoyar Páll, sum Óli hevur greitt úr hondum, og sum verður løgd fram á Gamla Seglhúsi í dag.

Andras Sólstein tók í farnu viku við starvinum, sum leiðari á Norðoya Fornminnasavni eftir Jógvani Ravnsfjall. Vit fara at práta við Andras um Andras og savnið.

At enda kemur ein fótbóltslegenda  á gátt at tosa um mangt og hvat og ikki minst um teir báðar spennandi fótbóltsdystirnar, sum verða leiktir í morgin, nevniliga AB – Víkingur og ÍF – KÍ. Útgangsstøðið – vinnur Víkingur, so eru teir Føroyameistarar, tapir Víkingur og KÍ Vinnur, so er KÍ FM vinnari, ímeðan ein javnleikur í báðum støðum ger Víking til vinnara. FM heitið liggur í hondunum hjá Víkingi. 

Blaðið

Norðlýsið kemur í hvørt hús í Norðoyggjum mikudagin. Seinasta freist fyri at koma við í blaðið er mánadagin. Lýsingar, sum vit skulu gera skulu vera okkum í hendi í dag, ímeðan liðugt gjørdar lýsingar kunnu sendast okkum mánadagin.

Kom við Norðlýsinum á hvørt einasta køksborð í Norðoyggjum mikudagin!!!